HEIM
06.12.2008

Langur leygardagur í Handilsmiðdeplinum í Runavík

Komandi leygardag 6. desember hava handlarnir í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu opið til kl. 17.00.

Øll eru vælkomin til hugnaliga Handilsmiðdepilin, sum er vakurt pyntaður til jóla. Allan desember mánaða verða hópin av tiltøkum fyriskipaði í økinum. Í sambandi við tunnilsdagin leygardagin 13. desember hava handlarnir opið til kl. 20.00. Hendan dagin lata Gomul Jól í Heiðunum upp, og brandbilurin við jólamonnum vitjar kl. 16.00. Jólavikan byrjar mikudagin 17. desember og heldur áfram til týsdagin 23. desember. Í Jólavikuni hava handlarnir opið til kl. 20.00, tó er opið til kl. 22.00 týsdagin 23. desember. Leygardagin 20. desember kl. 18.00 vitjar jólaskipið Runavíkina, skipið leggur at við bátahylin, beint við økið, har Gomul Jól í Heiðunum er.

Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu leggur stóran dent á at viðskiftafólk, ið vitja handlarnar í býnum, fáa alt teimum tørvar, bæði tá tað snýr seg um vøru, tænastu og uppliving. Handlarnir í økinum, bjóða í felag eitt sera fjølbroytt úrval av vørum. Tað er sera umráðandi fyri Handilsmiðdepilin at menna seg og verður tí stór orka løgd í at fylgja við tíðarrákinum. Handilsmiðdepilin bjóðar øllum vælkomnum til býin, sum osar av handilslívi og mentan.