HEIM
27.11.2007

Langt vikuskifti í Handilsmiðdeplinum

Komandi vikuskifti byrja jólini í Handilsmiðdeplinum í Runavíkar kommunu. Fríggjakvøldið 30. november verður skipað fyri Open by night, tvs. at handlarnir hava opið til kl. 22.00 og leygardagin 1. desember verður Langur leygardagur og opið er til kl. 17.00.

Øll eru vælkomin til hugnaliga Handilsmiðdepilin, sum longu nú er pyntaður til jóla. Av øðrum tiltøkum í vikuskiftinum kunnu nevnast stóra jólakonsertin við Føroya Symfoniorkestri leygardagin kl. 16.00 í ítróttarhøllini. Sunnudagin kl. 17.00 tendrar jólatræið í miðbýnum og kl. 19.00 tendrar forkunnuga Jólabygdin í Æðuvík. Allan desember mánaða verða hópin av tiltøkum fyriskipaði. Umframt jólatiltøk fyri børnum, skipar Handilsmiðdepilin fyri eini mótasýning í Stokkastovuni 13. desember og Jólavikan byrjar mánadagin 17. desember, har handlarnir hava longri opið um kvøldarnar.

Handilsmiðdepilin í Runavíkar kommunu leggur stóran dent á at viðskiftafólk, ið vitja handlarnar í býnum, fáa alt teimum tørvar, bæði tá tað snýr seg um vøru, tænastu og uppliving. Teir umleið 50 handlarnir í økinum, bjóða í felag eitt sera fjølbroytt úrval av vørum.

Tað er sera umráðandi fyri Handilsmiðdepilin at menna seg og verður tí stór orka løgd í at fylgja við tíðarrákinum. Um stutta tíð kann Handilsmiðdepilin við stoltleika bjóða sínum viðskiftafólki eitt slóðbrótandi talgilt gávukort.

So kom til Runavíkar, her osar av handilslívi og mentan.