HEIM
26.07.2012

Landsdystur í boccia

Í døgunum 9. til 13. august 2012 skipar ÍSB fyri landsdysti í boccia. Dysturin er móti Onglandi. Í enska ferðalagnum eru 10 fólk, 6 ítróttafólk og 4 venjarar og liðleiðarar. Føroyska liðið er mannað við 12 leikarum og einum 4 venjarum og liðleiðarum.

Dysturin verður í Runavík. Runavíkar Kommuna hevur sum vertsbýur bakkað væl upp um tiltakið saman við Eik Banka. Nevnast kann, at býurin verður flaggskrýddur allar dagarnar, Merkið og Union Jack lið um lið. Hetta fyri at markera, at her er stevna í býnum.

Miðdepil fyri tiltakinum er økið rundan um Løkin. Búð verður í skúlanum við Løkin, har umstøðurnar eru sera góðar, eitt nú við matarsali. Sjálvur landsdysturin verður leiktur í ítróttahøllini í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. august. Fríggjadagin verða innleiðandi umførini leikt, og leygardagin verður stóri finaludagurin. Báðar dagar verður byrjað kl. 10 og tað er ókeypis at koma at hygga. Kaffi og okkurt afturvið fæst til keyps.

Sunnudagin 12. august verður skipað fyri opnari kapping undir opnum himli. Tá verður boðið inn – ella út – til kapping, har "kendir" føroyingar fara at kappast móti landsliðsleikarunum úr báðum londunum. Viðrar verður hendan kapping á torginum í Runavík – beint uttan fyri deildina hjá Eik í Runavík. Øll eru vælkomin at hyggja.

So verða Føroyar eisini vístar fram. Ætlandi verður farið ein túr runt um Toftavatn og eina longri útferð.

Rundan um eitt tiltak sum hetta, er tørvur á nógvum sjálvbodnum fólki. Tey skulu døma, skipa fyri útferðum, halda vakt, vaska, gera mat, undirhalda og mangt annað. Tá tílík tiltøk verða hildin, er tað við stíli. T.v.s., at tað skal síggjast, hvør hevur hvønn leiklut, dómarar, hjálparfólk annars. Íalt er tí talan um stórt tiltak.

Tílíkar kappingar eru undirhaldandi, og tí vænta tey í ÍSB, at fólk fara at bakka upp um tiltakið og føroyska liðið. Enska ferðalagið kemur til landið 9. august og fer avstað aftur 13. august.

ÍSB