HEIM
09.12.2010

Lamba og Skála

Býráðið viðmælti á fundi í sept., at taka undir við broytingunum, sum hava verið viðgjørdar í staðarnavnanevndini. Henda broyting er nú endaliga staðfest, og eita bygdirnar nú Lamba og Skála.

Sí...

Tíðindaskriv frá Staðarnavnanevndini

Føroyska Staðarnavnanevndin hevur á fundi tann 30. novembur 2010 gjørt av gera hesar broytingar í føroyskum bygdanavnaformum:

Ánir verður broytt til Ánirnar
Haldarsvík verður broytt til Haldórsvík
Hellur verður broytt til Hellurnar
Kolbanargjógv verður broytt til Kolbeinagjógv
Lambi verður broytt til Lamba
Skáli verður broytt til Skála

Sagt verður frá hesum.

Fyri nevndina
Eivind Weyhe, formaður