HEIM
11.08.2007

Lamba dagur.

Í samband við at peningur verður savnaður inn til spælisplássið, verður skipað fyri einum so nevndum Lamba Degi í Lamba 11. august.

Skráin fyri Lamba Dagin:

12.00 Pony Ríðing (Í bilhúsinum hjá Mariu og Meinhard)

12.00 Loppumarknaður (Í bilhúsinum hjá Sunnevu og Jack)

12.00 Børnini selja brúktar leikur (Í bilhúsinum hjá Sunnevu og Jack)

12.00 Lutaseðlar verða seldir.

12.00 Café (vaflur, smyrjibreyð og pylsur)

12.30 Kappingar fyri bæði børn og vaksin (á spæliplássinum)

Tað er bygdarfólk í Lamba sum skipa fyri tiltakinum, og tey vóna at nógv fólk koma at vitja leygardagin.