HEIM
27.06.2019

LAKSATORGIÐ nýggja staðseting

Vælumtókta Laksatorgið verður í ár í hugnaliga umhvørvinum niðri á støð á Glyvrum tann 20. juli frá kl. 10 - 16. Økið er væl skipað, strondin er skamt harfrá, neyst liggja framvið umframt snotuligu húsini hjá bátafelagnum.

Virkið hjá Bakkafrost er eisini í økinum, og júst hendan dagin, sum Laksatorgið er, fer Bakkafrost at hava opið hús og bjóða gestum inn at síggja virkið.

Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í 2001, og síðani hevur Laskatorgið ment seg til at vera eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak. Undirtøkan er vaksin á hvørjum ári, og fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir úr rávøru frá Bakkafrost.

Skráin er um at verða liðug, og vit kunnu avdúka, at tað verða bæði góður tónleikur, undirhald á sjógvi og landi, barnatiltøk og ikki minst søla av laksi, sum fara at seta dám á dagin.

SØLUTORGIÐ 2019
Umbønir at bíleggja borð til Sølutorgið verður gjørt umvegis eina sjálvavgreiðslu her:
https://docs.google.com/…/1FAIpQLSdwthe09Vi3JEUka2…/viewform

Fólk, ið eru áhugaði í at luttaka við onkrum tiltaki, eru vælkomin at senda ein t-post til laksatorg@runavik.fo