HEIM
18.06.2018

Laksatorgið 2018

Eins og undanfarnu ár skipar Visit Runavík fyri Laksatorgi í summar.

Í ár verður Laksatorgið leygardagin 21. juli.

Tiltakið varð fyrstu ferð roynt í 2001, í einum av teimum minnu teltunum, men síðan tá hevur Laskatorgið ment seg til at vera ein sannur festivalur við tiltøkum av ymiskum slag. Laksatorgið er eitt sera vælumtókt fólksligt tiltak, og tað sæst eisini aftur á talinum av teimum vitjandi.

Skráin er ikki endaliga fastløgd enn, men sum vanliga verður tónleikur, ókeypis smakkiroyndir, barnatiltøk og sølumarknaður á skránni.

Fólk, ið ynskja at luttaka á sølumarknaðinum kunnu bíleggja sær borð umvegis eina sjálvavgreiðslu. Fyll út frymilin her: https://goo.gl/forms/T5w0Gc6mG4puCilg2

Freistin at bíleggja borð er hósdagin 12. juli.

Meira verður at lesa um Laksatorgið í næstum.

Visit Runavík