HEIM
04.07.2018

Laksatorg leygardagin 21. juli

Nú byrjar av álvara at nærkast til árliga Laksatorgið.

Sum ein fastur táttur verður eitt stórt sølutorg við alskyns lutum. Tað eru longu fleiri, ið hava bílagt sær borð til sølutorgið, men enn eru pláss eftir og tú bíleggur borð umvegis hesa leinkju: https://goo.gl/forms/T5w0Gc6mG4puCilg2

Laksatorgið verður í ár skipað á ein annan hátt og hetta kemst av góðu undirtøkuni, sum hevur verið seinastu árini. Ein onnur orsøk er tann, at eitt stórt ferðamannaskip vitjar júst henda dagin. Tí er avgerð tikin um, at laksatorgið í ár verður á havnalagnum á parkeringsplássinum uttanfyri Faroe Origin.

Fleiri tiltøk eru afturvendandi, so sum smakkiroyndir av leskiliga laksinum frá Bakkafrost, sølutorg við alkyns lutum, góður tónleikur, ross til børnini at ríða á, og har afturat leggjast eisini onnur nýggj og áhugaverd tiltøk.

Skráin er um at verða liðug og vit kunnu avdúka, at millum annað kemur country-kongurin Hallur Joensen við bólki at framføra, harumframt leggur Sámal Ravnsfjall eisini leiðina framvið og til børnini kemur vælumtókti klovnurin Bubu at undirhalda. Afturat tí verður eisini høvi at hoyra lokala Beinir, sum kemur at framføra við bólki og somuleðis verða Jassarnir eisini at hoyra.

Laksatorgið verður 21. juli kl. 10.00 til 17.30 og tað er Visit Runavík sum skipar fyri. Aftur í ár er tað Bakkafrost, sum letur allan laksin.