HEIM
20.07.2016

Laksa- & sølutorg nú leygardagin – ein dagur fyri alla familjuna

Vælumtókta Laksa - & sølutorgið verður komandi leygardag við býráðshúsini í Runavík frá kl. 10.00-16.00. Eins og undanfarin ár, er nógv spennandi á skránni bæði fyri vaksin og børn. Laksatorgið hevur nógv ár á baki, og hevur tiltakið eydnast sera væl hvørt ár. Byrjað verður kl 10 við loppumarknaði, leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, ymiskum fiski, kaffi og vafflum, fiskibrunni, køkum o.ø. Eisini verður skipað fyri ponyríðing og túnafótbólti, og eini spennandi framsýning hjá Dreyarafelagnum sum verður í býraðssalinum allan dagin.

Nógvur góður tónleikur verður at hoyra allan dagin, bæði fyri vaksin og børn. Eingin minni enn Stanley Samuelsen og Hanus G Johansen koma at syngja og spæla. Fyri tey yngru er eisini nógv spennandi at hoyra. Bæði teir lokalu Beinir og Rani, eins og “Kom við í spæliland”við klovninum Totti fara at framføra.

Aftur í ár verður skipað fyri uppboðssølu av feskum fiski á laksatorginum. Uppboðssøluhaldarin Tórbjørn Jacobsen rópar fiskin til sølu, og hava tey sum eru tilstaðar høvi at bjóða. Tá uppboðssøluhaldarin hevur rópt 3 ferðir, fellur hamarin, og tann ið hevur hægsta boð, hevur ognað sær fiskin.

Sum nakað nýtt, verður býtismarknaður av føroyskum fotbóltsleikarakortum á Laksatorginum í ár. Tey flestu kenna til, at tá ið ein samlar uppá okkurt, kann tað vera torført at fáa júst tað ein ynskir. Tí hava vit í ár fingið NSÍ at leiða býtismarkanðin á Laksatorginum, so børnini hava møguleika at ogna sær tey kort tey mangla. Aftaná býtismarknaðin koma Effoleikarar hjá NSÍ at skriva autografar.

Vit enda Laksa- & sølutorgið við einari rimmari spurnarkapping, sum eingin annar enn John Andersen og Jonhard Hansen skipa fyri. Øll sum koma av eystaraarmi av skálafjørðinum kenna teir báðar, og vita, hvussu stuttligir teir kunnu vera, so tað verður spenanndi at vita, hvat teir hava funnið uppá hesaferð.

So minst til at koma á Laksa- & sølutorgið nú leygardagin 23 juli frá kl 10-16.

Øll eru vælkomin.

Runavíkar Kommuna og Kunningarstovan í Runavík