HEIM
16.07.2008

Laksa og Sølutorgið

Ja, so er tíðin endiliga komin til árliga afturvendandi Laksa- og Sølutorgið í Runavík. Undirtøkan fyri tiltakinum hevur verið vaksandi fyri hvørt ár og tískil hevur tiltakið eisini eydnast betur og betur á hvøjum ári.

Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 19. juli frá kl. 10.00 - 16.00.

Eins og undanfarin ár verður sera nógv spennandi at vitja á Laksa- og Sølutorginum allan dagin, bæði fyri børn og vaksin. Málningaframsýning er í Býráðssalinum v/Harry Knudsen og Jastrid Langgaard. Á Torginum eru fittar geitir við geitalombum at síggja umframt at børnini vera boðini við á tí spennandi og sera vælumtóktu Ævintýraferðina hjá Búa SibbidibbidimdimdubadabaDam og Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum. Nógvur góður fólkatónleikur frá Fólkatónleikastevnuni verður at hoyra og harafturat sera leskiligt, flott laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi.

Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verður fiskasøla, frukt- og grøntmetissøla, breyðsøla, blómu- og urtagarðssøla, havamøblasøla, íssøla, andlitsmáling, køkutombola, leikutombola, loppumarknaður, fiskabrunnur og brótssparskapping.

Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar.
Ynskja tit at vera við á torginum, ella hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Odu ella Hannu á Kunningarstovuni í Runavík, tlf. 417060 ella 211447/211449 innan hósdagin 17. juli kl. 15.00.