HEIM
17.06.2007

LAKSA- OG SØLUTORGIÐ, LEYGARDAGIN

Laksa- og Sølutorg í Runavík

Leygardagin 21. juli frá kl. 11.00 til 16.30 verður skipað fyri árliga Laksa- og Sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar kommuna skipa fyri.
Á sølutorginum verður nógv spennandi at vitja allan dagin. Høvið verður hjá øllum vitjandi at fáa ein ókeypis bita av laksi og góð ráð frá kokkinum í Sjókaféini. Eisini hava fólk høvið til at keypa ymisk sløg av feskum fiski heim við.
Á torginum verður kafé, fiskibrunnur, hoppiborgir, andlitsmáling, plantumarknaður og nógv annað á skránni.

Undirhald:
11.00: Vælkomin. Torgið letur upp.
11. – 16.30 : Kunningarstovan í Runavík hevur opið.
11.00 – 16.30: Fjølbroytt listaframsýning í býráðssalinum í Runavík.
11.30 : Kvonn spælir fólkatónleik.
12.30 : Gyklarin Ásbjørn vísir síni kynstur.
13.30 : NSÍ skipar fyri Brótssparkskapping. Við málið stendur Jens Martin Knudsen, her verður møguleiki hjá øllum at bjóða kenda málmanninum av. Borgarstjórin leggur fyri.
14.00 : Stanley Samuelsen syngur og spælir.
15.30 : Kvonn spælir fólkatónleik.

Í sambandi við Laksa- og sølutorgið leygardagin, verður vegurin stongdur frá Shari og út til Skálafjarðar málingahandil.
Fríggjadagin verður einvegis ferðsla.

Kunningarstovan í Runavík og
Runavíkar Kommuna