HEIM
15.07.2010

Laksa- og Sølutorgið

Komið á Laksa- og Sølutorgið í Runavík leygardagin kl.10-16. Her verður sera nógv spennandi at síggja og uppliva fyri øll.

Á torginum er leskiligt laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi.

Á skránni verður m.a
Tónleikur, Trøllapætur og omman, málningaframsýning, skipalistakviss.

Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verður fiskasøla, fruktsøla, breyð- og køkusøla, klædnasøla, køkutombola, loppumarknaður, brotsparskapping.
Eisini verða dunnur, dunnuungar, hummarar, állar og ymisk fiskasløg at síggja á Torginum J

Vit síggjast á Laksa- og Sølutorginum í Runavík, leygardagin kl.10-16.

Í hesum sambandi verður eingin gjøgnumkoyring eftir Heiðavegi frá Eik Banka - Berglon.