HEIM
29.06.2009

Laksa og Sølutorgið

Ja, so er tíðin endiliga komin til árliga afturvendandi Laksa- og Sølutorgið í Runavík. Undirtøkan fyri tiltakinum hevur verið vaksandi fyri hvørt ár og tískil hevur tiltakið eisini eydnast betur og betur á hvøjum ári.

Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 25. juli frá kl. 10.00 - 16.00.

Eins og undanfarin ár verður sera nógv spennandi at vitja á Laksa- og Sølutorginum allan dagin, bæði fyri børn og vaksin. Málningaframsýning verður í Býráðssalinum. Góður tónleikur verður at hoyra og harafturat sera leskiligt, flott laksaborð við ókeypis smakkiroyndum til øll vitjandi.

Sum vant hendir ein rúgva á torginum, m.a verður fiskasøla, frukt- og grøntmetissøla, breyðsøla, blómu- og urtagarðssøla, havamøblasøla, andlitsmáling, køkutombola, leikutombola, loppumarknaður, fiskabrunnur og brótssparskapping.

Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar.
Ynskja tit at vera við á torginum, ella hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Herbjørg ella Rut á Kunningarstovuni í Runavík, tlf. 417060 ella 211449/211447