HEIM
03.08.2010

Laksa – og Sølutorg í oysandi áarføri!

Leygardagin 17. juli varð skipað fyri árliga summartiltakinum við stóra Laksa- og Sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Tiltakið var frá kl. 10.00 til 16.00

Hóvst streymsvik um alt landi og oysandi áarføri leitaðu rættuliga nógv fólk sær á laksa- og sølutorgið

Fólk kundu fáa sær ein ókeypis vælsmakkandi bita við laksi og øðrum sjógæti, sum Sjócafein í Runavík borðreiddi við. Høvi var eisini at keypa ymisk sløg av feskum fiski, turrum fiski, fiskafløkum og fiskafarsi heim við.

Av livandi djórum var ein gráur tosandi pappageykur, dunna við dunnungum, stórir állar, krabbar, hummarar, roynkilsir sum hugtók bæði børnini og tey vaksnu.

Café, loppu- og leikamarknaður, køkutombola, klædnasøla, fiskasøla, bakaravørur, og nógv annað var á skránni.

Nógv ymiskt undirhald var á pallinum á torginum henda dagin.
Flemming Hjøllund (sang, gitar) & Agnar Lamhauge (bass)
Hvonn - Angelika Nielsen (violin), Sharon Weiss (blokkfloyta), Ívar Bærentsen
(mandolin, gittar), Kristian Blak (klaver)

Eisini var ein brotsspark kapping sum NSÍ skipaði fyri, Jens Martin Knudsen heimskendi málmaðurin við hvítu topphúgvuni royndi seg aftur hendan dagin sum málmann.
Skipalista kviss var eisini á skránni. Hon var í ár hildin innií tjaldinum, tí tað var so nógv regn.

Barnatiltakið við Trølla Pætur og Ommuni, sum dugdu sera væl at fanga børnini, fingu fleiri hundrað fólk at samlast á økið.

Listaframsýning við Frits Jóhansen var í býráðssalinum, har nógv fólk leitaði sær inn.

Endamálið við Laksa- og Sølutorginum er at skapa trivna fyri fólkinum í økinum og sjálvandi øðrum við, og sigast má, at hetta eydnaðist sera væl. Fólk hugnaðu sær óført hóast tað regnaði.

Fyrireikararanir og luttakararnir á torginum eru sera væl nøgdir við dagin. Tiltakið Laksa- Sølutorg í Runavík hevur fingið størri undirtøku fyri hvørt ár.

Myndarøð: {4CAC5A6F-89EA-4343-95DC-EF188CAB977B}