HEIM
08.07.2016

Laksa- og Sølutorg í Runavík

Nú nærkast til árliga Laksa- og Sølutorgið í Runavík. Hesin krossurin skal setast í kalendarin leygardagin 23. Juli. 2016.

Undirtøkan fyri tiltakinum hevur verið vaksandi fyri hvørt ár og tískil hevur tiltakið eisini eydnast betur og betur á hvøjum ári.

Laksa- og Sølutorgið verður leygardagin 23. juli frá kl. 10.00 - 16.00.

Eins og undanfarin ár verður sera nógv spennandi at vitja á Laksa- og Sølutorginum allan dagin, bæði fyri børn og vaksin.

Fylg við á okkara Facebook síðu, Laksatorgið

Øll eru vælkomin at luttaka á Laksa- og Sølutorginum, einstaklingar sum bólkar, áhugafeløg og handlar.

Ynskja tit at vera við á torginum, ella hava spurningar viðvíkjandi tiltakinum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ella Herbjørg ella Lív á Kunningarstovuni í Runavík, tlf. 417060.