HEIM
20.01.2017

Læknaviðtala verður nú aðru hvørja viku í Runavík og á Strondum

Borgarstjórarnir í Nes-, Runavíkar- og Sjóvar kommunu skrivaðu í gjár undir tíðaravmarkaða tillagan av samstarvsavtaluni um betri heilsutænastur til borgarar í Skálafjarðar Læknadømi. Í dag 20. januar er avtalan staðfest av landsstýriskvinnuni í Heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg og verður sett í verk.

Í einum avmarkaðum tíðarskeiði verður gjørd ein royndarskipan, sum hevur við sær, at ein av teimum trimum kommunulæknunum hevur viðtalu aðru hvørja viku á Heilsudeplinum við Skálafjørðin og aðru hvørja viku í læknaviðtaluhølinum á Strondum.

Avtalan kemur í gildi mánadagin 23. januar 2017 at rokna og til 1. august 2017.
Royndarskipanin verður eftirmett í tíðarskeiðinum 1. juni - 1. juli 2017.

Mánadagin 23. januar, í viku 4, byrjar læknaviðtalan á Heilsudeplinum við Skálafjørðin og verða læknaviðtalurnar fram til 1. august í Runavík líkaviku og á Strondum ólíkaviku.

Yvirlit yvir læknaavloysarar.