HEIM
04.04.2011

Kvøldið fyri allar kvinnur

Týskvøldið 5. apríl kl. 20.00 í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum.

Nú er at sleppa stokkunum, sløkkja undir grýtunum, sløkkja fyri sjónvarpinum og so eisini Facebook. Nú skulu tit hugna tykkum saman við tykkara vinkonum.
Í Kvinnufelagshúsinum kunnu tit millum annað uppliva vælkendu Petrinu Berg frá Gekkinum. Hon kemur at hugleiða um "Eg og mítt klædnaskáp". Síðani kemur Salong Beinta at kunna um nýggjasta hármóta. Elisabeth Højgaard kemur at siga frá Bailine og møguleikum við Bailine. Eisini kemur Marsanna Festirstein kosmentologur at vísa, hvussu ein leggur makeup.
Mótasýningar frá Shari og Shop-in.
Unga tónleikatalentið Turið Oddsdóttir undirheldur við klassiskum gittarspæli.
Hølini verða stásað upp av blómuhandlinum Orkis.
Bjóða verður kaffi, te og frukt.

Atgongumerkið kostar 100 kr. og kann keypast við dyrnar.