HEIM
26.09.2017

Kvøldskúlin í vetur

Nú stundur til tíðina, tá kvøldskúlin byrjar aftur. Fleiri av vælumtóktu skeiðinum eru aftur sett á skrá, men aftur at hesum er nøkur, ið eru nýggj. Eisini verða onnur styttri skeið boðin út so við og við.

Faldarin, sum verður borin í hvørt hús í kommununi í vikuni, er tøkur sum pdf her
Kvøldskúlafaldarin 2017-18.

Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna www.kurk.fo frá sunnudegnum 1. oktober.

Um einki annað er tilskilað, verður undirvíst 20 ferðir frá viku 42 í 2017 til viku 12 í 2018. Tey styttru skeiðini verða lýst á heimasíðuni, so tit vita, júst hvørji kvøld ella hvørjar dagar, tit hittast.

Millum nýggju skeiðið kunnu nevnast teknmál, ið Hervør á Torkilsheyggi fer at taka sær av, telving fyri børn á Skála, íblástur fyri heimið, ið Anette Sonne fer at standa fyri, og føroyskt fyri útlendingar, sum Torhallur við Gil og Brynhild W. Djurhuus fara at undirvísa í.