HEIM
08.02.2011

Kvinnurnar hjá Tjaldur í steypafinaluni

Mikukvøldið 2. feb. gjørdist greitt, at Tjaldur hevði vunnið seg í steypafinaluna. Tjaldurskvinnurnar vunnu 31-29 á Neistanum og vunnu tær sostatt samanlagt 62-53.

Steypafinalan verður leikt í høllini á Hálsi 12. februar klokkan 13:30.

Leygardagin gjørdis eisini greitt, at Tjaldur fekk enn eitt lið í steypafinaluna, tá dreingir 10 ár spældu í Runavík. Eftir ein sera tættan dyst móti StÍF, eydnaðist tað dreingjum at fáa sigurin í hús og harvið sleppa í finaluna.
Eisini leiktu dreingir 12 og dreingir 14 semifinalu dystir, men hjá teimum eydnaðist tað ikki at koma í finaluna. Bæði liðini gjørdust nummar trý.

Finalan hjá dreingjum 10 ár verður leikt sunnudagin 13. februar í høllini á Hálsi.