HEIM
20.10.2009

Kvinnuligir býráðslimir á FaroExpo

Av 11 býráðslimum í Runavíkar býráð eru tríggjar kvinnur. Í dag vóru tvær teirra á FaroExpo, sum í hesum døgum verður hildin í Runavík

Tær vórðu báðar valdar á seinasta býráðsvali. Onnur, Fríðbjørg Weihe, býr í Søldarfirði, og Beinta Olsen býr í Rituvík.
Beinta, sum til dagligt er skrivstovufólk hjá Runavíkar kommunu, har hon hevur verið í fleiri ár, er forkvinna í teknisku nevnd býráðsins. Hon hevur eisini nevndarsess í byggi-og býarskipanarnevndini.
Fríðbjørg Weihe er dagligur leiðari av Rúsdrekkasølu Landsins í Saltangará. Hetta starv hevur hon havt í eini fýra ár. Hon hevur annars arbeitt í "rúsuni" síðan 1996.
Fríðbjørg er í tveimum nevndum í Runavíkar býráð, teknisku nevnd og sosialu nevnd.
Triðja kvinnan, sum eisini situr í Runavíkar býráð, er Sæunn Ó. Hansen, sum tilsamans hevur sitið nøkur ár í býráðnum.
Í dag hitti Portalurin tær báðar, Fríðbjørg og Beintu, á FaroExpo.
Tær eru samdar um, at vinnustevnan saman við mentanarvikuni er eitt sera kærkomið tiltak fyri økið.
- Hesi tiltøk eru áhugaverd og mennandi fyri Runavíkar økið og fyri Føroyar í síni heild, bæði vinnuliga og mentanarliga, søgdu tær báðar.