HEIM
20.04.2015

Kvinnuligi føroyski tjóðbúnin

Myndaframløga, framsýning og prát í Løkshøll.

Hesi seinnu árini hava alsamt fleiri tikið tjóðbúnan til sín. Til hátíðarløtur sum til brúdleyp og á Ólavsøku síggja vit nógv fólk í føroyskum klæðum. Og serliga hava vit sæð kvinnubúnan broyttan og samansettan í nýggjum sniðum.

Í eini áhugaverdari myndaframløgu á stórum skýggja í Løkshøll hóskvøldið 23. apríl kl. 19.00 fer Ole Wich at greiða frá kvinnuliga búnanum í søguligum høpi. Hann fer at tosa um siðvenju og ímyndir í stríðnum um kvinnuliga føroyska tjóðbúnans útsjónd.

Ole Wich er útbúgvin grafikari og hevur eisini í nógv ár granskað, kjakast og arbeitt við m.ø. samleikaspurningum í mun til tjóð og einstakling. Hesi seinnu árini hevur hann lisið bachelor á Fróðskaparsetur Føroya, har hann hevur skrivað serritgerð um føroyska tjóðbúnan hjá kvinnuni. Tað er í sambandi við hesa ritgerð, at Ole hevur savnað hópin av forkunnugum gomlum og nýggjum myndum av kvinnubúnanum.

Tá tosað verður um føroyska tjóðbúnan, verða beinanvegin spurningar havdir á lofti: Hvat kann man? Hvat eigur man, og hvørjar eru siðvenjurnar? Ofta kann hvast orðaskifti standast av hesum. Í veruleikanum er hetta eitt stríð um at definera, hvussu kvinnur eiga at ganga klæddar, tá tær ætla sær at heiðra tjóðina ymsar hátíðir, samstundis sum tær, hvør í sinum lagi, eisini vilja vera smartar. 

Ole Wich fer at vísa í myndum, at umleið ár 2000 fór ein hópur av kvinnum at eksperimentera við tjóðbúnanum. Hvat merkja hesi eksperiment? Hvat snýr stríðið seg um? Kann siðvenjan í sambandi við tjóðbúnan halda fram uttan at syndrast í øllum hugsandi eksperimentum? Myndir av búnanum heilt frá 1783 til í dag verða vístar. Og hugleitt verður um hvussu hann kann setast í samband við ideologiir og virðisstríð. Tjóðbúnin kann soleiðis síggjast sum ein stríðsvøllur.

Tey vitjandi hava eisini møguleika at síggja eina framsýning av føroyska kvinnubúnanum. Eftir framløguna bjóðar bókasavnið ókeypis drekkamunn og vónar at prátið heldur fram.
Øll eru vælkomin og tiltakið er ókeypis.

Løkshøll 23. apríl kl. 19.00
Bókasavnið við Løkin