HEIM
12.02.2014

KVINNA á Bókasavninum við Løkin 13. februar, kl 19.00.

Lesiringurin hjá Kvinnu vitjar Bókasavnið við Løkin

Kvinna er farin undir eitt nýtt og spennandi átak, ið eitur Kvinna lesur, har kvinnur kring alt landið fáa høvi at lesa somu bók - og síðani hittast á bókasøvnum kring landið fyri at tosa um bókina. Ein stórur lesiringur, ið fevnir um alt landið, har bøkur, lesing og bókmentir verða settar í brennidepilin.

Fyrsta bókin, ið lisin verður, er spildurnýggja krimiskaldsøgan Offurmorðið eftir Duritu Holm, sum kom út fyri jól. Ein krimi- og spenningsbók um svik, kærleika og morð, sum gongur fyri seg í kolumbiska tarvafektaraumhvørvinum. Bókina kanst tú fáa bíligari til keyps frá H. N. Jacobsens bókahandli við at klippa virðisseðilin úr nýggjastu Kvinnu.

Stutt lýsing av bókini:
Bókin snýr seg um norska antropologin, Alisu, sum fer til Kolumbia at kanna kynsímyndir í tarvafektaraumhvørvinum har. Ein dagin sær hon eitt møguligt morð, sum hon síðan saman við tarvafektaranum, Javier Cortés, roynir at avdúka. Áðrenn tey vita av, enda tey langt inni í frumskóginum í hóslag við bæði indianarar, paramiliterar bólkar og kommunistiska uppreistrarherin FARC.
Einki er tó, sum tað sær út, og okkurt myrkt og dult úr fortíðini hjá Javier fylgir teimum allastaðni, so alt gerst enn meira óskiljandi og vandamikið, tá tey royna at fáa skil á, hvønn leiklut tey ymisku fólkini rundan um tey veruliga hava. Hvat royna tey at fjala?

Lesiringarnir hittast hesar tíðir á hesum bókasøvnunum:

Bókasavnið við Løkin (Runavík): 13. februar kl. 19

Bókasavnið á Sandi: 17. februar kl. 19

Fuglafjarðar Bókasavn: 18. februar kl. 20

Býarbókasavnið í Havn: 19. februar kl. 19

Klaksvíkar Bókasavn: 20 februar kl. 19

Kom við og ger lesiupplivingina enn ríkari saman við øðrum kvinnum.

Tiltakið er frá kl 19.00 til uml 20.30 og atgongd er ókeypis. Haraftrat bjóðar bókasavnið ein drekkamunn.