HEIM
28.06.2011

kvf.fo: Sølvi Reinert Hansen valdur í Oyggjaleikanevndina

Føroyar hava fingið ein lim í altjóða Oyggjaleikanevndina. Sølvi Reinert Hansen skal umboða Føroyar í nevndini.

Hetta er fyrstu ferð at Føroyar hava ein lim í Oyggjaleikanevndini, síðan John Kjær umboðaði Føroyar síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum.

- Sum nevndarlimur skal eg umboða allar oyggjarnar, ikki bara Føroyar. Men tað er sjálvandi ein fyrimunur fyri okkum, at vit nú hava ein lim. Tað verður nógv lættari at samskifta við hinar limirnar í nevndini, sigur Sølvi Reinert Hansen.

Hann leggur afturat, at tað kann eisini verða ein fyrimunur fyri møguleikan hjá Føroyum at verða vertur fyri Oyggjaleikunum.

- Eg fari í øllum førum at royna tað eg kann, sigur Sølvi Reinert Hansen við Kringvarpið.