HEIM
09.03.2015

Kurteisisvitjan í London

Síðani farið var at royndarbora eftir olju og gassi í føroyskum havøki, hevur Runavíkar havn verið miðdepilin í hesum virksemi sum oljuútgerðarhavn. Pf. Atlantic Supply Base hevur sum felag tikið sær av hesum virksemi á havnarøkinum í Runavík. Eftir 9 boringar ber til at staðfesta, at vit enn ikki hava funnið steinrunnin brennievni í so stórum nøgdum, at rakstur kann fáast í at taka hetta upp úr havbotninum.

Á sama hátt sum aðrar kommunur og havnir í landinum hevur Runavíkar kommuna/havn vitjað flestu oljumessur, sum annaðhvørt ár skifta ímillum Stavanger og Aberdeen, ið hava verið síðani oljuvirksemi tók seg upp í Føroyum og í føroyskum havøki. Eftir at 9. boringin var liðug í fjørheyst, og brunnurin var turrur, tóktist tað sum, at nakað av stígi fór at koma í á egnari havleið, og oljuprísurin á heimsmarknaðinum hesa seinastu tíðina hevur ikki vaksið um optimismuna.

Kortini vita vit, at nógv virksemi er og verður eystanfyri føroyska fiskimarkið. Fleiri hava róð framundir, at hetta er ein møguleiki, sum eisini føroyingar eiga at gera sær dælt av. Siglingarleiðin á Runavík er styttri enn leiðin til Aberdeen av hetlendsku oljuleiðunum. Av hesi orsøk og fyri at partarnir áhaldandi skulu vita av hvørjum øðrum, eisini í mun til komandi boringar á føroyaøkinum, vóru borgarstjórin Magnus Rasmussen og havnarmeistarin Tórbjørn Jacobsen í London í farnu viku, har teir í tveir dagar vitjaðu oljufeløgini Dong Energy og OMV, UK. Bæði feløgini eru íðin í virkseminum vestanfyri Hetland - eystanfyri føroyska markið, og hava framvegis loyvir til boringar í føroyska økinum. Hjá Dong Energy hittu vit Michael Smith, Managing Director og Jon Parry, Exploration Manager, UK Licences, Atlantic Margin, og hjá OMV hittu vit Martin Smith, Head of Exploration og Alexander Back, Head af Asset Development and Projects.

Partarnir løgdu síni sjónarmið fram á fundunum. Sum tey flestu vita, er føroyaøkið hárisk øki og kemst hetta av dýpinum, basaltinum og veðurlagnum. Lági oljuprísurin ríður oljufeløgunum sum ein marra, og alt bendir á, at áhugi ikki verður fyri okkara øki aftur, fyrrenn prísurin er farin nakað væl upp um 80 dollarar fyri tunnuna. Hinvegin bendir alt á, at feløgini fyrireika seg til at taka olju upp úr Rosebank brunninum í 2016, um alt gongst eftir ætlan. Chevron er fyristøðufelag, og velja teir at bjóða veitingina út, sum er mest sannlíkt, skuldi hetta verið ein møguleiki hjá føroyingum. Samanumtikið tvær gevandi vitjanir í bretska metropolinum.

Føroyski sendimaðurin í Bretlandi, Jóannes Vitalis Hansen, tók sær væl av umboðunum frá Runavíkar kommunu/havn. M.a. hevði hann skipað soleiðis fyri, at tað bar umboðunum til at vitja í Undirhúsinum og í Yvirhúsinum. Angus Brendan MacNeil, sum er einasti tingmaður av Hebridunum í Undirhúsinum, umboðandi Skotska Tjóðskaparflokkin, tók ímóti okkum. Hann leiddi okkum kring um í hesum søguliga húsi, og eftir at vit høvdu hoyrt og skoðað orðaskifti í báðunum húsunum, bjóðaði hann okkum til døgverða í matstovu tinganna. Fyri hálvum øðrum ári síðani vitjaði Angus í Føroyum um ólavsvøkumundið, og tá var hann m.a. í Eysturoy og vitjaði Runavíkar kommunu. Ein serstakliga fryntligur maður, sum nógvir føroyingar hava hitt og kenna.

Borgarstjórin og havnarmeistarin fóru úr Føroyum týsdagin og vóru aftur hóskvøldið í farnu viku.