HEIM
31.10.2016

Kunningartiltak um FarGen-verkætlanina

Mikukvøldið 2. nov. kl. 19.00 verður alment kunningartiltak um FarGen-verkætlanina á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Greitt verður frá um verkætlanina, um at luttaka og um, hvussu verkætlanin kann gagna heilsuverkinum. 

Møguleiki verður at tekna seg og at taka blóðroynd.

Øll eru vælkomin.

Les meira á 
www.fargen.fo