HEIM
10.02.2009

Kunningarskriv frá Barnatannrøktini á Skála

Vit eru at hitta mest sum allar gerandisdagar frá kl 8 til kl 12.

Vit takað øll børn sum eru í skipanini inn til kanningar, busting og fyribyrgjandi viðgerðir og miða vit eftir at síggja øll børnini minst einaferð um árið. Tó kann tað ganga longri tíð ímillum hjá onkrum.

Sum øllum kunnugt er eingin tannlækni her í løtuni. Hevur barn tygara tørv á tannlæknaviðgerð, hava vit gjørt avtalur við tannlæknarnar í økinum uttan um okkum, um at viðgerða tykkara børn, og verður mannagongdin tá hendan:

1. Tit seta tykkum í samband við barnatannrøktina tlf. 441272
2. Barnatannrøktin ger avtalur við aðrar tannlæknastovur
3. Rokningin verður send til Barnatannrøktina á Skála
4. Um foreldur venda sær beinleiðis til aðrar tannlæknastovur, uttan avtalu við Barnatannrøktina, skulu tey sjálvi rinda fyri viðgerðina.

Vinarligast

BARNATANNRØKTIN
Gerðisgøta 5
480 Skála
Tlf. 441272
t.post. tannrokt@runavik.fo