HEIM
07.01.2016

Kunningarfundur við Løkin um stuðulsmøguleikar

Hvussu er leiðin frá hugskoti til pengar, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til gransking, menning og nýskapan?

Mánadagin 11. januar kl. 15 skipa Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi, NORA og Granskingarráðið fyri kunnandi fundi um stuðul til gransking, menning og nýskapan í Føroyum.

Á skránni eru stuttar framløgur frá umboðum fyri stovnarnar um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Høvi verður at seta ítøkiligari spurningar.

Fundurin verður á Bókasavninum við Løkin.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Fiskivinnuroyndir, Vinnuframi, NORA og Granskingarráðið