HEIM
22.05.2007

Kunningarfundur um Barnaverndarlógina.

Eysturoyar Barnaverndartænasta (samstarv millum kommunurnar: Runavík, Nes, Strendur, Gøta og Funningur) vil hervið bjóða øllum sum starvast við børnum í aldrinum 0 - 18 ár í hesum økinum, at vera vælkomin til kunningarfund um Barnaverndarlógina.

Fundurin verður týsdagin 29. maj kl. 14.00 í Býráðssalinum í Runavík.

Fundarskrá:

- Vælkomin.
- Anna Dam, leiðari av Barnaverndarstovu Føroya, greiðir frá Barnaverndarlógini og fráboðanarskylduni.
- Jenny Petersen, sosialráðgevi, greiðir frá mannagongd, tá fráboðan verður móttikin.
- Pól Jákup Thomsen, ráðgevi, greiðir frá lívsøgu síni og um umsorganarsvik.

Tey, ið ætla at koma á fund, vera biðin um at boða frá í seinasta lagi hósdagin 24. maj. Tit kunnu senda epost til: jenny@runavik.fo ella ringja á tlf. 237090 ella 417090