HEIM
15.01.2019

Kunningarfundur hildin fyri býráðslimum í Løkshøll

Í vikuni sum fór, var kunningarfundur hildin í Løkshøll í Runavík fyri býráðslimunum í Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommunu. Kommunurnar, sum allar liggja við Skálafjørðin og í grannalagi hansara fyri vestan, eystan- og norðan, samstarva á fleiri mótum, m.a. um eldraøkið og um barnaverndina. Kommunurnar eru allar umboðaðar í stýrinum fyri Roðan (4 fyri RK, 2 fyri NK og 1 fyri SK – borgarstjórarnir skulu sita í stýrinum), kortini er tað týdningarmikið at aðrir býráðslimir enn stýrislimirnir vita hvør gongdin er í kommunalum samstørvum av hesum slagi, tí eiga kunnandi fundir at vera hildnir við ávísum millumbilum.

Jóngerð Guttesen, dagligur leiðari í Roðanum, greiddi frá virkseminum á eldraøkinum, hvørs kjarnuuppgávur eru at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivnað borgarans. At endurmenna mistan førleika. At stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og at veita røkt og umsorgan. Tað eru áleið 160 ársverk í eldrasamtakinum, og kostnaðurin er slakar 64 mió. kr. netto. Tilboðini eru heimatænasta, umlætting, samdøgursrehabilitering, dagtilhald á Skála og í Runavík, matartænasta, demenssamskipan, venjingartilboð, venjing heima, venjingar í Bylgjuni og í ítróttarhøllini á Skála, ambulant endurvenjing, samdøgursrehabilitering, eftirviðgerð, flutningsskipan, fysioterapi, ergoterapi og Parkinson – KOL lið. Nógv var spurt, og Jóngerð svaraði. Fundir av slíkum slagi styrkja kjølfestuna í kjakinum, tá raðfestast skal viðvíkjandi árligu fíggjarætlanunum hjá kommununum.

Barnaverndarøkið er skipað ørðvísi og virkar samsvarandi barnaverndarlógini fyrst og fremst. Fíggingin undantikin liggur økið uttanfyri ta politisku skipanina, hóast borgarstjórarnir eftir tørvi verða kallaðir inn til fundar um fíggarligu gongdina. Ingrid Jensen er leiðari fyri Barnaverndina við Skálafjørðin og hon greiddi frá gongdini og útlitunum og svaraði hópin av yvirskipaðum spurningum uttanfyri tagnarskylduna. Kostnaðurin av barnaverndini í økinum verður ímillum 10 og 11 mió. kr. í 2019.

Alt bendir á at kostnaðurin av barnaverndarøkinum hevur stabiliserað seg, eftir stóran vøkstur tey seinastu árini, meðan eldraøkið gerst ein alsamt tyngri byrða hjá kommununum. Væntað varð at samsvarð skuldi vera ímillum útreiðslurnar og afturberingina frá landinum, eftir at økið varð lagt út til kommunurnar at reka. Hetta hendi ikki, og læran er, at fløkti lykilin, sum varð nýttur, á ongan hátt umboðar fíggjarliga veruleikan í gerandisdegnum. Onkrar kommunur hava vinning burturúr peningaflutninginum, meðan aðrar bløða í ólukkumáta, og Kommunufelagið sigur, at tað er sum at seta undir klett, nærkast felagið Fíggjarmálaráðnum um hetta mál, - at fáa skil á fíggjarviðurskiftunum á eldraøkinum.

Nes, Sjóvar,- og Runavíkar kommuna gjalda tilsamans 16,089 mió. kr. – 16 milliónir og áttatiníggju túsund krónur - úr egnum kassum í kassa Roðans í 2019, sambært fíggjarætlanunum hjá kommununum. Vit kunnu staðfesta, at eldraøkið hevur tað væl betri í kommunalum regi, heldur enn sum frammanundan, í landsregi, men skil má fáast á fíggjarviðurskiftunum áðrenn ringt verður verri.

Tær tríggjar kommunurnar, sum eiga og reka Roðan, hava kortini ongar ætlanir um at minka um tænasturnar, tíansheldur at stongja nakað av tænastuhúsum okkara á Toftum, í Runavík, á Skála og á Strondum.