HEIM
25.02.2020

Kunning um rottufráboðan

Í januar i ár kunnaði Runavíkar kommuna Umhvørvisstovuni um, at 47 rottufráboðanir vóru komnar inn til kommununa í 2019. Í 2017 vóru 100 fráboðanir og í 2018 vóru 85 rottufráboðarnir móttiknar. Triðja ári á rað er talið av rottufráboðanum minkað. Hetta er eitt úrslit av tí áhaldandi og skipaða rottutýningararbeiðinum í kommununi.

Hóast talið av rottufráboðanum er fallandi, er framvegis umráðandi at halda fram við rottutýningini fyri at halda rottustovninum niðri. Eitt gott fyribyrgjandi arbeiði gevur góð úrslit.

Sært tú eina rottu í kommununi, ger so okkum øllum ta tænastu, at ringja inn og boða frá.

Harafturat vilja vit heita á borgaran um at ikki at geva dunnu, gás og villfugli fóður, sum rotta eisini kann halda seg framat og fáa føði burturúr.