HEIM
25.05.2019

Kunning um Hórheiðar í Skála skúla

Kl. 16.30 seinrapartin týsdagin í næstu viku, ein hálvan tíma fyri almenna býráðsfundin, verður kunnandi fundur í Skála skúla um komandi útstykkingina suður frá verandi búseting á Hórheiðum. Skálamaðurin Magni Thomsen, frá felagnum FORMO á Glyvrum, hevur í rúma tíð virkað við at neyvætla, og í næstum er ætlanin at bjóða arbeiðið út. Magni fer at greiða frá ætlanini, og høvi verður at seta spurningar.

Kl. 17 byrjar almenni býráðsfundurin í Skála skúla.