HEIM
20.05.2010

Kunning um ferðslutrygdarætlanina yvir vegateinin “Undir Gøtueiði – Mýravegur”

Í november 2009 skrivaðu Landsverk, Runavíkar kommuna og Løgreglan undir eina samstarvsavtalu um eina samlaða ferðslutrygdarætlan yvir vegateinin "Undir Gøtueiði – Mýravegur".

Í løtuni arbeiðir ein arbeiðsbólkur við at skriva eitt álit, har hvørt einstakt ferðslutrygdarátak á vegateininum blívur nágreiniliga lýst. Beinanvegin var byrjað at kortleggja verandi støðu og lýsa trupulleikarnar á vegastrekkinum. Álitið skuldi verða liðugt 1. apríl 2010, men av ymiskum orsøkum,m.a nógvum kava og frosti í vetur, er hetta álit nakað seinkað og verður nú væntandi liðugt um 1. september 2010.

Tveir borgarafundir skuldu verða í Runavíkar kommunu í samband við ætlanina. Tann fyrri var 10. desember, har partarnir kunnaðu um avtaluna og tann seinni borgarafundurin, har eitt ítøkiligt ferðslutrygdaruppskot skal fyriliggja, skuldi verða um miðjan mars. Men grunda á, at álitið hjá arbeiðsbólkinum er seinkað, verður hesin borgarafundur útsettur til um miðjan august 2010.