HEIM
13.12.2017

Kunning um barnaansingargjøld í samband við verkbannið

Vegna verkbann, eru dagstovnar og frítíðarskúlar hjá Runavíkar kommunu, undantikið dagrøktin og forskúlar, stongdir frá hósdegnum 14/12-2017.

Hetta hevur við sær, at fleiri foreldur ikki fáa ansing til teirra børn og skulu tey tí ikki gjalda fyri tíðina, stovnarnir eru stongdir.

Foreldragjaldið, fyri tíðina stovnarnir eru stongdir, verður endurrindað tá semja er gjørd millum partarnar og foreldragjaldið kann gerast upp.

Runavíkar kommuna