HEIM
11.12.2017

Kunning í samband við lýsta verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag

Allir dagstovnar, frítíðarskúlar og dagrøkt í Runavíkar kommunu hava opið sum vanligt, hóast leiðarar og varaleiðarar fara í arbeiðssteðg týsdagin 12. december.

Um okkurt er, ið krevur eina leiðsluavgerð, hava starvsfólkini fingið boð um at venda sær til leiðsluna á Trivnaðadeildini.