HEIM
08.06.2010

Kunngerð

Um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini
fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. Mai 2009, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29/04-2010, hevur viðtikið at endurskoða býarplanin og Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar Kommunu.

Endurskoðanin umfatar allar eigindómar og matriklar í bygdunum Funningi, Elduvík, Oyndarfjørð, Funningsfjørð, Skálafjørð, Skála, Skipanes, Søldarfjørð, Lamba, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík

Broytingarnar í býarplaninum og Almennu byggisamtyktini eru til skjals í tíðarskeiðnum frá 8. juni 2010 til og við 22. juni 2010 á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini og í skúlunum í bygdunum Funningi, Funningsfirði, Oyndarfirði og Skála. Eisini er møguligt at síggja skjølini á heimasíðuni www.runavik.fo á "Svørtu talvu" á framsíðuni og undir Bygging - býarplansbroyting.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. Juli 2010 í kommunuskrivstovuni í Saltangará.

Runavíkar býráð

Saltangará, tann 31/05-2010