HEIM
13.05.2019

KUNNGERÐ um serstaka byggisamtykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála

 

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundinum 02.05-2019  hevur samtykt serstaka byggisamtykt fyri íbúðarbygging Úti á Fløtum á Skála.

Serstaka byggisamtyktin umfatar:

Ásetingar og treytir fyri bygging av íbúðum á matr. nr. 253o, 253p og 253n, Úti á Fløtum á Skála.

Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 13. mai til 27. juni 2019. Skjølini eru eisini niðanfyri.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2019 kl. 12.00.

Runavíkar býráð

 

Skjøl

SERSTØK BYGGISAMTYKT FYRI BYGGING AV ÍBÚÐUM Á ÚTI Á FLØTUM

3D mynd við hæddum pdf

støðumynd við p-plass

Tvørskurður

Økið sum sbs er galdandi fyri

yvirlitskort