Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 30.04.2018 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Serstaka byggisamtyktin umfatar:
Ásetingar og treytir fyri bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum
Serstaka byggisamtyktin er til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum
frá 11. mai 2018 til 22. juni 2018.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2018.
Serstøk byggisamtykt fyri nýggja kirkju á Glyvrum
Runavíkar kommuna