HEIM
15.04.2019

Kunngerð um broyting av Byggisamtyktini og Býarplaninum fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi hevur samtykt uppskot til broytingar í býarplaninum og byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.

Broytingar av býarplaninum:
• Matr. nr. 39, 40 og 41 við Kráarrás í Rituvík verður broytt frá E1-øki til B25-øki
Uppskot til broying av býarplaninum við Kráarrás í Rituvík

• Eitt økið á uml. 200 m2 við kirkjugarðin í Funningi verður broytt frá B41-øki til
C39-øki
Uppskot til broyting av býarplaninum í Funningi

• Víðkan av B46-økinum í Funningsfirði við uml. 600 m2 suðureftir
Uppskot til broyting av býarplaninum inni á Bakka í Funningsfirði

• Uml. 2.500 m2 av E1-øki við Byrgisvegin í Søldarfirði verður broytt til B12-øki
Uppskot til broyting av býarplaninum við Birgisvegin í Søldarfirði

• Uml. 2.200 m2 av C20-økinum við Dagtilhaldið á Skála verður broytt til B21-øki
Broyting á Skála

Broyting av byggisamtyktini:
• Byggisamtyktin fyri D-neystaøki verður broytt fyri neyst sum standa uttanfyri neystøki, at verða viðgjørd sum D-neystaøki.
Ásetingar fyri Neystaøki

• Broyting av ásetingum um hædd av bygningum í D31-økinum á Rituvíkshálsi
Broyting á Rituvíkshálsi

Uppskot til broytingarnar í byggisamtyktini og býarplaninum eru til skjals á Býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 15. apríl til 4. juni 2019.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 4. juni 2019.

Runavíkar býráð

Kunngerð