HEIM
07.12.2011

Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. mai 2009, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundum 28/04-2011, 25/05-2011 og 26/05-2011, hevur viðtikið at endurskoða Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar Kommunu og býarplanin fyri bygdirnar Rituvík og Oyndarfirði.

Endurskoðanin av Almennu byggisamtyktini IV. Kapittul umfatar:

• 2. gr. Útrokningin av nýtingarstigum 1. stk.: Kjallari verður taldur uppí við 50% av stovuhæddini .
Verður broytt til: Víddin á kjallara, sum svarar til víddina á 1. hædd, telur ikki við í útrokning av nýtingarstigi. Kjallararúm, sum fer út um hesa vídd, telur við við 100 %.

Broytingarnar í Býarplaninum umfata:

• Broyting av D31-økinum í Rituvík, sum umfatar matriklarnar 47b og 155a Nes bygd.
Uml. 16.050 m2 verða tiknir burtur av matr. nr. 47b og lagdir út á matr. nr. 155a Nes bygd.

• Broyting av havnaøki D39 í Oyndarfirði, sum verður víðkað út á sjógv móti eystri.

• Skipan av D31-øki í Rituvík, sum Serstaka byggisamtykt.

Broytingarnar í Býarplaninum, Almennu byggisamtyktini og Serstøku byggisamtyktin fyri D31-øki í Rituvík eru til skjals á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum.

frá 8. desember 2011 til og við 6. januar 2012.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Kommunuskrivstovan er stongt millum jól og nýggjár.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2012.

Saltangará, tann 6. des. 2011
Runavíkar býráð