HEIM
17.06.2013

Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 30.05-2013, hevur viðtikið at endurskoða Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar Kommunu og býarplanin fyri bygdina Runavík.

Broytingin í Almennu byggisamtyktini VII. Kapittul umfatar:

• 4. gr. Nýtt D42-øki í Runavík

Broytingarnar í Býarplaninum umfata:

• Broyting av D1-økinum sunnan fyri Fjøruveg soleiðis at
matr.nr. 93d , 94 , 95 , og matr. nr. 96 verður lagt í D42 í Runavík.

Broytingarnar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini eru til skjals á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 17. juni 2013 til og við 8. juli 2013.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 02. august 2013.

Saltangará, tann 17.06-2013
Runavíkar býráð

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/11586F50-D678-4C27-BD89-F18169AC5013.pdf