HEIM
09.07.2014

Kunngerð um broyting av Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 27.03-2014 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri neystaøkini.

Broytingin í byggisamtyktini umfatar hesi øki:
Runavík, Saltangará og Glyvrar D5, Lamba D6 og D9, Søldarfjørður D12, D14 og D16,
Skála D18, D19 og D20, Skálafjørður D27 og D28, Æðuvík D30, Rituvík D32 og D33,
Funningsfjørður D36, Elduvík D37 og D38, Oyndarfjørður D40 og Funningur D42.

Nýtsla:
Økið verður nýtt til neyst/bátaskúrar og havnarlag í sambandi við hetta.
Bygging kann bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið.
Skjøldrar skulu vera millum 4,5 og 6,5m breiðir útvendugt mál.
Longdin á neystinum/bátaskúrunum skal verða í mesta lagi 13m útvendugt mál.
Neystini/bátaskúrarnir skulu standa "lið um lið" við einum skjøldri móti sjónum.
Neyðugar gøtur kunna tó vera ímillum neystini/skúrarnar.
Neystini/skúrarnir skulu hava mønu eftir langsíðu og takhall millum 35° og 50°, tó vegleiðandi skal reisingin vera "trið¬ings¬reyst" (uml. 42°).
Tað er ikki loyvt at hava bústað/frítíðarbústað í neystunum.

Grundstykki:
Min. 60 m2 og í mesta lagi 85 m2

Nýtingarstig:
Nýtingarstig: Í mesta lagi 100%
Hæddartal: Í mesta lagi 1 hædd
Bygningshædd: Í mesta lagi 4,5m frá gólvi til sill
Fyri D5, D14, D16 og D36 økini, kann bygningshæddin verða í mesta lagi 5,5m frá gólvi til sill.

Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 9. juli 2014 til 1. august 2014.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 21. august 2014.

Saltangará, tann 9. juli 2014

Runavíkar býráð