HEIM
07.10.2008

Kunngerð frá Runavíkar kommunu um vallistan

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 11. november 2008 fyri valdømið í Runavíkar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Saltangará í døgunum frá 14. oktober 2008 til 28. oktober 2008 í vanligari skrivstovutíð.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 04. november 2008.

Runavíkar býráð
07. oktober 2008