HEIM
07.10.2008

Kunngerð frá Funnings kommunu um vallistan

Við hesum verður gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 11. november 2008 fyri valdømið í Funnings kommunu liggur frammi til alment eftirlit í Funnings skúla í døgunum frá 14. oktober 2008 til 28. oktober 2008 frá kl. 17.00 til 19.00 yrkadagar.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 04. november 2008.

Funnings kommuna
07. oktober 2008