HEIM
09.06.2016

Kunngerð

Kunngerð um broytingar av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29.10-2015, 26.11-2015, 28.01-2016, 27.03-2016, 28.04-2016, 26.05-2016,  hevur samtykt at broyta býarplanin fyri Runavíkar Kommunu.

 

Broytingar í Býarplaninum umfata:

Glyvrar

  • Mál 16/00026: Matrikul 134 og ein partur av matrikul 101a, umleið 2400 m², sunnanfyri skúlan á Glyvrum, verður broyttur frá C9 øki til A1 øki.
  • Mál 16/00026: Víðkan av D4 økinum norður frá havnarøkinum á Bakka.
  • Mál 16/00303: Fjøran á Glyvrum, frá havnarlagnum á Bakka og norð til Langanesi. Matrikul 36c, 36b, 38b, 38c, og partar av matrikul 34, 35a, 36a og 38a, 274a, umleið 3650 m², verða broyttir frá ávikavist D5- og E1 øki til eitt F øki.

Saltangará

  • Mál 16/00367: Víðkan av C7 og A1 økinum oman ímóti Fjaravegnum (vestanfyri Berøa og Posthúsið), umleið 1200 m².
  • Mál 16/00028: Ein partur av matrikul 146a og 276c, eystanfyri vatnbrunnarnar, umleið 5600 m², verður broytt frá E2 øki til B øki.

Skála

  • Mál 16/00302: Ein partur av matrikul 210a við Føgrulíð, umleið 730 m², verður broyttur frá E1 øki til B22 øki.

Skálafirði

  • Mál 16/00702: Ein partur av matrikul ak, 9a og 10a, umleið 1700 m² sunnanfyri Mýrusnípuveg, verður broyttur frá C25 øki til B23 øki.

Oyndarfirði

  • Mál 15/00453: Matrikul 167, 206, og ein partur av matrikul 46, 49a, 68, 95, 151, 162, og 170, umleið 2200 m², eystanfyri skúlan, verður broytt frá ávikavist A6- og F øki til C43 øki.

 

Broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtykt umfata:

Skála

  • Mál 16/00025: D22 og D23 øki framvið havnarlagnum og fjøruni norðureftir verður broytt til eitt D22 øki. Ein útgreining av D22 øki fyri Skála verður lagt aftur at byggisamtyktini.

Søldarfjørður

  • Mál 16/00037: Ein partur av matrikul 47v, 60a, 65 og 116a, umleið 2850 m² við Trøllaklett, verður broyttur frá E1 øki til D14a øki. Ein útgreining av D14a øki verður lagt aftur at byggisamtyktini.
  • Mál 16/00049: Ein partur av matrikul 2, 10, 11, 17a og 88a, sunnanfyri verandi oljugoymslu, verður D10 víðka suður- og vestureftir. Partur av E1 økinum verður broytt til D10 øki.

 

Broytingar í Almennu byggisamtyktini umfata:

  • Mál 16/00311: Byggilinjur framvið landsveg broytast samsvarandi flokking hjá Landsverk.
  • Mál 16/00312: Í útgreining av E1 øki skal undir “Bygging” leggjast “Fríløtu øki” og “Gøtur” afturat.
  • Mál 16/00313: Í útgreining av F1 øki skal undir “Bygging” leggjast “Fríløtu øki” afturat.

Broytingin í Býarplaninum er til skjals á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum

frá 06. juni 2016 til 27. juni 2016.

og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi

      18. juli 2016.

Saltangará, tann 02. juni 2016

Runavíkar býráð

 

Býarplansbroyting 2016, øki E1
Býarplansbroyting 2016, øki F
Býarplansbroyting 2016, Frástøða til landsveg
Broyting á Glyvrum
Berøa og Posthúsið
Víðkan av havnarlagnum á Bakka
Vatnverkið í Saltangará
Skálafjørður
Oyndarfjørður
Oljukaiin í Søldarfirði
Neystaøkið í Søldarfirði
Havnarlag á Skála
Føgrulíð á Skála
Fjøran millum Bakka og Langanes á Glyvrum