HEIM
16.07.2013

Kunngerð

Broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini
fyri Runavíkar Kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 27.06-2013 hevur samtykt at broyta býarplanin fyri Runavíkar Kommunu í bygdini Glyvrar.

Broytingarnar í Býarplaninum umfata:

• Broytingin av havnarøkinum D4 á Glyvrum umfatar matr. nr. 274b , sum verður víðkað við uml. 14.200 m2 .

Broytingarnar í Býarplaninum eru til skjals í móttøkuni í býráðshúsinum í Saltangará yrkadagar kl. 9 – 16 í tíðarskeiðnum
frá 22. juli 2013 til og við 12. august 2013 og á heimasíðuni www.runavik.fo

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 02. september 2013.

Runavíkar býráð