HEIM
12.02.2015

Kunnandi fundur um forskúlan á Glyvrum

Til foreldur og onnur áhugaði.

Týsdagin 17. februar kl. 19.00 verður kunnandi fundur um forskúlan í skúlanum á Glyvrum.

Á skránni verður kunning um tær ætlanir og hugskot, ið vit hava gjørt okkum í samband við forskúlan. Eftir kunningina verður høvi at seta fram spurningar.

Við á fundinum verða umboð fyri skúlan og fyri kommununa.

Eftir fundin verður eisini kaffimuður.