HEIM
25.03.2011

Kul Barnakonsert í dag

Í dag 25. mars, bjóða Frískar Kular Røtur til livandi barnarock í Løkshøll. Á serstakari barnakonsert fara frískar kular røtur í aldrinum 7 til 12 ár at syngja, trumma, leika klaver og spæla á saxofon og guitar.

Serligur gestur verður ein púra forstýrað Trøllaommudidd, ið eisini sleppur at royna seg sum tónleikari. Evniríki dansarin, Lukas "Jacksons" Nygaard fer eisini at vísa síni kynstur og ein fremmandur klovnur fer at seta sín dám á tiltakið.

- Hugskotið er at skipa fyri eini hugnaligari konsert, har føroysk børn, sum sjálvandi eisini hava X-faktor, sjálvi sleppa at framføra á palli, sigur Steintór Rasmussen, sum er upphavsmaður til Kular Røtur.

Tiltakið í Løkshøll byrjar klokkan 17 og varar góðan tíma. Atgongumerki á 60 krónur fáast við dyrnar, og allir gestirnir fáa trøllavatn og okkurt frískt afturvið.