HEIM
11.12.2007

Kuba-bátarnir endurnýggjaðir

Kl. 15 í dag, 11. des. 2007, koma nýggju partrolararnir Heykur og Falkur hjá Faroe Seafood til Runavíkar. Bátarnir eru bygdir í Vigo í Spaniu eins og Stelkur og Bakur, sum eru fyrimyndin hjá hesum nýggju. Tað var P/F Beta, sum læt hesar bátar byggja, og sum eisini gjørdi sáttmála um hesar báðar nýggju. Síðani hevur Faroe Seafood uppkeypt P/F Beta.

Afturat hesum 4 nýbygdu skipum keypti felagið fyrr í ár Rók og Lerk, sum vóru rættuliga nýggir, men ikki nýbygningar. Við hesum eru navnframu Kuba-trolararnir útskiftir - teir vóru 8, men eru nú útskiftir við 6 nýmótans partrolarar.

Umframt hesar 6 bátar, sum Faroe Seafood eigur 100%, eigur felagið stóran part í 3 øðrum skipum.

Heykur og Falkur hava hesi mát:
Length 38,60 m
Breath 9,90 m
Depth 4,55 m
Capacity 475 bins
Tonnage 665 GT
Engine Caterpillar