HEIM
24.08.2018

Krúnprinsavitjanin í Runavík leygardagin 25. august

 

Skráin fyri vitjanina í Runavík

Kl. 09.00       Kongaskipið Dannebrog leggur at bryggju við Bakkafrost á Glyvrum

Kl. 09.10       Krúnprinsahúskið fer av skipinum inn á bryggjuna

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og frú Ann Ellefsen taka ímóti gestunum.

Rósa Pauladóttir handar H.K.H Krúnprinsessuni blómutyssi.

Borgarstjórin navnkennir býráðið og borgarstjórin heilsar krúnprinsinum og húski hansara vælkomnum við stuttari røðu.

Nes Sóknar Musikkfelag spælir.

Kl. 09.25       Vitjan á Bakkafrost

Regin Jacobsen, stjóri, og frú Eydna Jacobsen taka ímóti, saman við nevndarformanninum Rúna M. Hansen og Andriasi Petersen og Anniku Frederiksberg. Regin Jacobsen, stjóri, vísir gestunum virkið og greiðir frá virkseminum og føroyskari aling.

Kl. 10.20       Farið verður frá Bakkafrost

Kl. 10.25       Fylgið kemur til Bylgjuna, har Bárður Højgaard, mentanar- og ítróttarsamskipari, saman við Borgar M. Persson, hallarvørði, taka ímóti, vísa runt og greiða frá virkseminum í ítróttardeplinum Bylgjuni. Ítróttarfeløgini í økinum sýna síni ítróttarkynstur í hallunum. Estetiska liðið Vípan endar hesa løtuna við stuttari framsýning.

Kl. 10.55       Gingið verður frá Bylgjuni eftir gøtuni framvið Løkini út til Skótahúsið.

Um veðrið forðar gongutúrinum, verður koyrt til Skótahúsið.

Kl. 11.15       Koma til Skótahúsið, har miðmáli verður borðreiddur fyri teimum vitjandi og øðrum innbodnum gestum.

Kl. 12.35       Fráferð frá Skótahúsinum. Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og frú Ann Ellefsen siga krúnprinsahjúnunum fravæl og takka fyri vitjanina.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin oman á Bakkabrúnna á Glyvrum til almennu móttøkuna leygarmorgunin kl. 9. Runavíkar kommuna letur fløgg til børnini fyri móttøkuna.