HEIM
12.12.2014

Kroatisk barnajól og jólasangir í Skála kirkju

Sunnudagin 14. des. kl. 18.00 verða jólini sungin inn í Skála kirkju. Bæði kendir jólasálmar og nýggir úr sálmabókaískoytinum verða sungnir afturvið góðum tónleiki, sum lokalir tónleikarar taka sær av.
Zvonko Mrdalo, fer at hugleiða um jól og barnaár úr Kroatia, har hann er uppvaksin.
Eisini vera onkur tónleika-/sanginnsløg.
Hetta er nú 5. árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki. Frammanundan hava eldri fólk hugleitt um jólaminnir á Skála og aðra staðni í Føroyum, tvs. frá eini aðrari tíð. Zvonko er ungur maður og fer at greiða frá jólahaldi í øðrum landi við aðrari mentan.

Aftaná verður ein drekkamuður at fáa í Meinigheitshúsinum.